Vegna økt virksemi verður søkt eftir laborantum til kanningarstovuna hjá Thetis.
Talan er um eitt fjølbroytt arbeiði, har ið tú verður partur av toymi, ið greinar covid-19 kanningar. Tú verður partur av einum umhvørvi við potarum, laborantum og granskarum á kanningarstøðini á Hoyvíksvegnum.
Vit vænta, at tú er útbúgvin laborantur, bioanalytikari, molekylerbiologur, mikrobiologur ella líknandi og hevur royndir við eitt nú PCR.
Vit vænta, at tú ert ágrýtin, opin og álítandi.
Skiftandi arbeiðstíðir og løn sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Binu Kallsberg, kanningarstovuleiðara á tlf. 791805 ella skriva til bina@thetis.fo.
Thetis er akkrediterað kanningarstova, ið síðan juni 2020 hevur potað og greinað túsundtals fólk