Koronukanningar hjá Thetis
Vit tryggja, at øll – eisini ferðafólk – skjótt og lætt kunnu lata seg kanna fyri koronu. Minst til at skráseta teg, áðrenn tú møtir til kanningar. Óneyðugt at bíleggja tíð.
Vit kunnu kanna um tú hevur koronu(RT-PCR) og um tú hevur havt koronu(IgG/IgM Elisa). Øll ið lata seg kanna fáa váttan á fartelefonina og kann leggjast í Apple Wallet.
Here you can register for a WHO approved coronatest
Hygg nær opið er(opening hours) her
Starvsfólkakanningar
Vilt tú kanna bólkar, t.d starvsfólk – ring 791807 ella skriva til info@coronatest.fo
For crew on ships and vessels click here
Fylg annars við á okkara facebook síðu

99,5% neyvleika.
Kanningarhátturin hjá coronakanningarstovuni er í tráð við tann, sum WHO viðmælir, og er somuleiðis eftirmettur í samstarvi við Novo Nordisk og Ríkissjúkrahúsið, sum staðfesti ein neyvleika á 99,5%.

RT- PCR kanning
Hvussu riggar hetta?

Tú kannar/potar teg í Føroyum
Møt uppá kanningarstaðnum tú valdi í skrásetingini til kanningar/poding. Í løtuni á Hoyvíksvegi 51 og á flogvøllinum

Vit siga tær frá sama dag
Vit kanna tína roynd/pot beinvegin.
Tú fært boð umvegis sms ella teldupost sama dag.
Andevniskanning IgG Elisa(Antibody)
Hvussu riggar hetta?
Nú ber til at kanna seg fyri koronuandevni. Kanningin er ein blóðroynd, her vit kanna fyri andevni IgG. Vit kanna, um tú hevur verið smittað/ur við Covid-19 og kanna eisini, um tú er koppsett/ur.
Afturat hesum kanna vit nøgdina av andevnum.
Kostnaður fyri hvørja kanning er kr. 395,-

Vit taka blóðroynd
Møt uppá kanningarstaðnum tú valdi í skrásetingini til kanningar. Í løtuni á Hoyvíksvegi 51

Vit siga tær frá sama dag
Vit kanna tína roynd/pot beinvegin.
Tú fært boð umvegis sms ella teldupost sama dag.