Nýggja kanningarstovan er farin til verka
Við nýggju coronakanningarstovuni verður gjørligt hjá føroyingum og ferðafólki at lata seg kanna fyri corona uttan ávísing frá kommunulækna. Kanningarstovan er eitt samstarv millum kanningarstovuna Thetis og granskingarfyritøkuna Amplexa Genetics og verður staðsett á granskarasetrinum iNova á Hoyvíksvegnum í Havn.
Kanningarstovan er settur á stovn í kjalarvørinum av uppafturlatingini av Føroyum, sum fer at merkja fleiri ferðandi til og úr Føroyum. Við upplatingini fylgir eitt krav um coronakanningar, sum ikki skulu vera eldri enn fimm dagar gamlar, og hesar kunnu nú skjótt og ómaksleyst gerast hjá iNova.
Hans Atli Dahl er ein av granskarunum hjá Amplexa Genetics, sum hevur royndir við líknandi kanningum í eitt nú Grønlandi:
Kanningarhátturin hjá coronakanningarstovuni er í tráð við tann, sum WHO viðmælir, og er somuleiðis eftirmettur í samstarvi við Novo Nordisk og Ríkissjúkrahúsið, sum staðfesti ein neyvleika á 99,5%.
Coronaroyndir verða gjørdar dagliga, og hvør roynd kemur at kosta 390 kr.
Tú bíleggur eina roynd her inni á síðuni.
Meira kunning fæst við at venda sær til Hans Atla Dahl atli@amplexa.com og Maritu Debess Magnussen marita@thetis.fo.
Eisini er møguligt at ringja á 791804.
