
Koronupass – danskt/evropeiskt immunitetspass
Ert tú testaður positivur hjá Thetis, kanst tú fáa Covid–19 immunitetspass. Koronupassið
lúkar øll krøv til ES talgilda covidsertifikatið. Tú kanst brúka títt koronupass fyri Covid–19
immunitet í Danmark 11 dagar eftir, at kanningin varð tikin fyri tína positivu Covid–19 PCR–
test, og tað er galdandi í 180 dagar (6 mánaðir). Koronapassið til nýtslu í ES kann heintast
eftir 11 dagar og er galdandi í 180 dagar eftir, at kanningin varð gjørd.
Thetis hevur í samstarvi við Statens Serum Institut gjørt tað møguligt at kunna leggja
positivar SARS–CoV2–2–kanningarnar inn í danska sundhed.dk, ið vísir úrslitið á danska og
altjóða koronupassappini.
Tað er krav at hava danskt CPR–nummar og danskt Nemi–id.
Tey, ið vilja hava immunitetspass, skulu seta seg í samband við Thetis og fáa vegleiðing.
Tú ert vælkomin at ringja til 791804 ella skriva teldupost til info@coronatest.fo