fbpx

Vit gera coronakanningar hvønn dag í vikuni og arbeiða dag og nátt við coronagreiningum. Sí upplatingartíðir á hesi heimasíðu og á facebook

Tænastur

Corona(SARS-CoV-2) RT-PCR kanning

Vit gera kanningar hvønn dag. Kostnaður fyri hvørja kanning er kr. 390

Øll fáa svar sama dag.

RT-PCR Coronakanningar á skipum

Vit kunnu kanna manningina á skipi. Sama hvar ið landinum skipið er, koma vit á staðið og gera kanningarnar. Tit fáa svar sama dag.

Vit kunnu kanna manningina á skipi. Sama hvar ið landinum skipið er, koma vit á staðið og gera kanningarnar. Tit fáa svar sama dag.

RT-PCR Coronakanningar á skipum

Vit kunnu kanna manningina á skipi. Sama hvar ið landinum skipið er, koma vit á staðið og gera kanningarnar. Tit fáa svar sama dag.

RT-PCR Coronakanningar av starvsfólkum

Vit kunnu kanna starvsfólk. Vit kunnu gera sjálvar potingarnar á arbeiðsstaðnum, ella starvsfólkini møta upp á okkara kanningarstøðum. Til ber at gera kanningarnar aðrar tíðir enn tá ið vanliga er opið. Øll fáa svar sama dag.

Váttan

Herd krøv um heimin krevja, at váttan skal vera til taks. Váttanin verður útskrivað, undirskrivað, stemplað og send aftur til teldupostbústað. Tað ber eisini til at fáa upprunaskjalið sum pappír. Kostnaðurin fyri hesa tænastu er kr. 200,- við mvg.

Talgild váttan – Apple Wallet
Øll viðskiftafólk fáa sjálvvirkandi møguleikan at koyra koronuváttanina í Apple Wallet, bæði RT-PCR-kanningina og andevniskanningina við Elisa- kanningarháttinum. Upplýsingar um koppseting verða lagdar aftrat kanningarúrslitinum, so øll kunning er tøk, samlað í einum skjali.
Fyri at fáa kunning um koppseting í skjalið skal koppsetingarskjal leggjast fram við kanning.

Danskt/evropeiskt coronapass – PCR-kanning

Kundar hjá Thetis, ið lata seg kanna fyri koronu(PCR-kanning), fáa nú beinleiðis atgongd til danska koronupassið Coronapas.  Tá ið tú bíleggur kanning á coronatest.fo, skalt tú skráseta títt CPR-nummar. Tá ið kanningin er liðug, verður úrslitið lagt inn á sundhed.dk og er tøkt á ‘coronapas’ appini løtu seinni. Tænastan er ókeypis, um tú letur teg kanna hjá Thetis. Tað er krav at hava nemid og danskt cpr-nummar. Les meira um Nemid og CPR nummar á https://www.rigsombudsmanden.fo/

Danskt/evropeiskt coronapas – Koppseting – Nýggj tænasta
Ert tú koppsett/ur fyrru ferð ella seinnu ferð í Føroyum, kanst tú fáa danskt coronapas umvegis Thetis. Thetis samstarvar við læknar um hesa tænastu.  Kostnaðurin er kr. 250.

Vilt tú hava hesa tænastu, skal tú vitja www.coronapass.fo og fáa eina tíð frá okkum. T kanst eisini velja sjálvgreiðslu og fáa coronapass uttan at møta. Tað er krav at hava danskt CPR-nummar. Les meira um Nemid og CPR-nummar á https://www.rigsombudsmanden.fo Fyrra prikið gevur eisini møguleika fyri coronapas. Tað er galdandi frá 14-42 dagar.

Danskt/evropeiskt immunitetspass
Tey, ið hava havt koronu, kunnu nú fáa danskt/evropeiskt koronupass.

Thetis hevur í samstarvi við Statens Serum Institut gjørt tað møguligt at kunna leggja positivar SARS-CoV2-2-kanningarnar inn í danska sundhed.dk, ið vísir úrslitið á danska og altjóða koronupassappini. Tað gevur viðkomandi atgongd til fleiri lond, ið krevja prógv fyri immunitet.

Immunitetspassið er galdandi í 12 mánaðir frá tí, at viðkomandi varð staðfestur positivur.

Tey, ið vilja hava immunitetspass, skulu seta seg í samband við Thetis og fáa vegleiðing.

Skundkanning RT-PCR

Bráðfeingiskanning kann gerast. Er talan um ein persón, er svarið til taks innan 3 tímar alt samdøgrið. Eykakostnaður verður lagdur aftrat vanliga kostnaðinum sambært avtalu.

Kanningar uttanfyri vanliga avgreiðslutíð

Er tørvur er á kanning uttanfyri vanliga avgreiðslutíð, kann tað gerast. Vanliga verður hetta gjørt soleiðis, at tað verður lagt til rættis saman við kvøldkanningunum.

Andevniskanning(antibody/antistoff) IgG

Vit kanna andevni IgG. Hevur tú fingið fyrsta ella seinna koppsetingarprikið? Hevur tú møguliga havt koronu?

Vit kanna teg fyri koronuandevni. Kanningin er ein blóðroynd, har vit kanna fyri andevni IgG. Vit kanna, um tú hevur verið smittað/ur við Covid-19 og kanna eisini, um tú er koppsett/ur. Afturat hesum kanna vit nøgdina av andevnum.
Kostnaðurin fyri hesa kanning er kr. 395,-
Í løtuni vera hesar ikki gjørdar

Kunningarfaldari um andevniskanningar sæst her

 

 

 

 

Ring +298 791804 ella skriva til info@coronatest.fo