Hvussu arbeiðir kanningarstovan?
Covid-19-PCR kanning
Hvussu fer kanningin fram?
Hvussu verður sýnið kannað?
Verður DNA kannað?
Hvat hendir við sýninum, tá ið tað er kannað?
Potipinnurin verður fyribeindur, tá kanningin er liðug. Kanningarúrslitið fyri Corona verður latið borgaranum, og tað einasta, vit goyma, er RNA-virus frá positivum kanningum. Vit hava upplýsingarskyldu og skulu siga Landslæknanum frá, um ein kanning vísir Corona.
Covid-19-andevniskanning – Elisa
Hvat ger andevniskanningin
Andevniskanningin kannar, um kroppurin hevur framleitt andevni. Andevni eru protein, sum ferðast í blóðinum og berjast ímóti ígerð. Tey skapast fyrstu ferð, tú ert fyri fremmandum lívverum sum bakterium og virusum. Ert tú síðan fyri somu bakteriu ella virusi aftur, eru andevnini til reiðar at berjast ímóti teimum. Covid-19 er ein nýggj sjúka, og tí vita vit ikki, hvussu leingi andevnini eru í kroppinum og ei heldur, um tey verja fyri smittuni.
Hvat skal eg gera, um mín andevniskanning er positiv?
Um kanningin er positiv, merkir tað, at tín kroppur hevur gjørt andevni, og at tú hevur havt coronavirus. Oftast er ein persónur mótstøðuførur fyri eini sjúku, um andevni ímóti hesari eru í kroppinum. Hetta er tó ikki váttað í sambandi við Covid-19. Av tí sama mæla vit til, at tú – sama hvat úrslitið er – fylgir almennu tilmælunum um corona.
Hvussu eftirfarandi er andevniskanningin
Andevniskanningin er góðkend sum søluvøra í ES og er kannað av óheftum granskarabólki á universitetinum í Uppsala í Svøríki. Tað finst eingin kanning, sum er 100% eftirfarandi, og eisini hendan kanningin er tongd at óvissu. Í nøkrum førum (færri enn 1 av 100) kann andevniskanningin vera positiv, hóast ein ikki hevur verið smittað/-ur.
Umráðandi at vita
Andevniskanningin kannar, um tú hevur verið smittað/-ur við Covid-19. Kanningin vísir ikki, um tú hevur coronavirusið í kroppinum nú.
Tú kanst ikki kannast fyri andevni, um tú seinastu 14 dagarnar hevur verið í sambandi við ein persón, ið var smittaður við Covid-19. Ei heldur kanst tú kannast fyri andevni, um tú hevur eitt ella fleiri av hesum sjúkueyðkennum: Ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta, fepur, høvuðpínu, leyst lív og ongan smakk- og luktsans.