fbpx

Vit gera coronakanningar hvønn dag í vikuni og arbeiða dag og nátt við coronagreiningum. Sí upplatingartíðir á hesi heimasíðu og á facebook

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum 1. oktober, varð ársins Vinnuátak kosið. Heiðurin í ár fekk Thetis. Vit eru ógvuliga fegin um heiðurin og takka okkara sera dugnaligu starvsfólkum, sum í koronufarsóttini hava stríðst dag og nátt og stríðast enn.

Vit takka somuleiðis øllum okkara viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum.

Niðanfyri sæst grundgevingin frá dómsnevndini.

Grundgeving fyri Vinnuátakið 2021.

Seinasta hálvtannað árið hevur heimurin ligið stillur. Fólk hava sitið heima, størri tiltøk eru avlýst, og ferðingin millum lond hevur verið ein lítil brøkpartur av tí, hann var áðrenn. Videofundir avloystu vanligar fundir, og skúlabørn skuldu venja seg við fjarundirvísing heima við hús. Flogvallir hava verið sum spøkilsisbýir, og á hurðunum inn til matstovurnar hevur oftast staðið ”Closed”. Eina løtu í 2020 virkaði tað, sum heimurin helt uppat at snara.

Eisini Føroyar vórðu raktar av Koronu-farsóttini, sum ferðaðist kring heimin sum ein hvirluvindur. Vit minnast øll, hvussu Løgmaður tann 12. mars 2020 kunngjørdi, at Føroyar fóru niður í ferð. Stórur partur av tí virksemi, vit vóru von við at takast við, steðgaði upp, skúlabørn fóru heim, og nógvar fyritøkur stongdu í eitt tíðarskeið. Hetta kom púra óvart á okkum, og nógvar av teimum bjørtu ætlanum, vit høvdu lagt fyri árið, máttu endurskoðast.

Hóast hetta var ein skelkur fyri heimin og fyri Føroyar, var hetta tó ikki fyrstu ferð, at heimurin og Føroyar vórðu raktar av einari ógvusligari farsótt. Tá pokurnar gingu fyrst í 18. øld, rakti hetta Føroyar sera meint og loypti ræðslu á fólk. Koppsetingarevni var tó ikki tøkt, og royndir at føra evnið til Føroya miseydnaðist, tí tað varð vorðið óvirkið, tá tað kom vegin fram.

Tað var ikki fyrr enn Nólsoyar Páll í 1805 lat ein av manningini á skipinum koppseta, og síðan allan túrin til Føroya førdi koppsetingaevni frá einum persóni víðari til tann næsta, at tað bar til at fáa virkið koppsetingarevni til Føroya, so bróður Nólsoyar Páll, Jákup Nolsøe, kundi byrja at fáa koppsett fólk á klettunum.

Fyritøkan handan Vinnuátakið 2021 hevur fingið navn eftir eitt av teimum skipunum, sum Nólsoyar Páll førdi millum Danmark og Føroya við vøru fá ár áðrenn, hann førdi koppsetingina til Føroya. Eins og Nólsoyar Páll neyvan hevði ímyndað sær, at hann skuldi fáa ein týðandi leiklut í at berja niður pokurnar í Føroyum, kom tað helst óvart á fyritøkuna handan Vinnuátakið, at hon skuldi fáa ein týðandi leiklut í bardaganum móti farsóttini. Hon var í veruleikanum stovnað við heilt øðrum endamáli.

Tá korona rakti Føroyar, hevði fyritøkan longu fakkunnleikan og tað mesta av teirri útgerð, sum kravdist fyri at gera PCR-koronakanningar. Fyritøkan gjørdi skjótt av og keypti írestandi útgerðina uttan rættiliga at vita, hvør teirra leiklutur skuldi vera innan hetta økið, og hvussu leingi tað skuldi vara. Men tað vísti seg at vera ein røtt avgerð, tí síðani fyritøkan fór undir at gera korona- kanningar eru umleið 220.000 kanningar gjørdar og greinaðar.

Á sumri í 2020 vóru boð eftir fyritøkuni at standa fyri kanningum av teimum ferðandi, sum komu til landið. Fyritøkan yvirtók aftaná lutfalsliga stutta tíð koronakanningarnar frá sjúkrahúsverkinum og menti skjótt sína egnu bíleggingarskipan. Fyritøkan hevur síðani staðið fyri royndartøkuni og stórum parti av PCR-kanningunum hjá ferðandi, sum komu til Føroya sjóvegis ella loftvegis.

Meðan bíðað hevur verið eftir almenna føroyska korona-passinum, menti fyritøkan uppá lutfalsliga stutta tíð eina skipan við talgildum korona-passi. Fyritøkan hevur útskrivað uml. 3.800 koronapass, sum hevur verið ein stór hjálp hjá føroyingum, sum ferðast uttanlands, ikki minst teimum sum ferðast í arbeiðsørindum.

Virksemið hjá fyritøkuni hevur eisini skapt áhuga uttanlands, og í seinnu helvt av 2020 fór fyritøkan í granskingarsamstarv við Pfizer, har fyritøkan fekk fígging til at menna koppsetingarevni. Skjótu svartíðirnar hava eisini skapt áhuga hjá Synlab, sum ger korunukanningar fyri UEFA. Fyritøkan er nú offisiellur partnari hjá Synlab.

Fyritøkan er eisini byrjað at innflyta test-útgerð beinleiðis frá framleiðaranum, og hetta hevur lækkað prísin munandi á slíkari útgerð, ikki bara fyri fyritøkuna, men eisini aðrar aktørar í Føroyum, sum nýta slíka útgerð.

Dómsnevndin hevur í sínum vali av Vinnuátakinum 2021 lagt dent á tann samfelagsliga og vinnuliga týdning, sum økti testkapasiteturin og óvanliga skjótu svartíðirnar hava havt við sær. Tað hevur havt ein avgerandi leiklut fyri, at vit hava kunnað fingið ein so vanligan gerandisdag, sum vit hóast alt hava havt í Føroyum í hesi óvanligu støðu. Serliga í tíðini, meðan vit bíðaðu eftir koppsetingarevni úr útlandinum. Fyri útflutningsvinnuna hevur tað verið altavgerandi, at fyritøkan hevur kunnað komið út til fyritøkurnar og gjørt regluligar kanningar av starvsfólkunum, so framleiðslan og útflutningurin vórðu órógvað minst møguligt.

Sum áður nevnt er fyritøkan uppkallað eftir einum av skipunum, sum Nólsoyar Páll førdi, og skipið hjá Nólsoyar Páll er uppkallað eftir hav-nymfuni Thetis.

Ein samd dómsnevnd hevur valt koronukanningarnar hjá kanningarstovuni Thetis sum Vinnuátakið 2021.