Størri frælsi hjá teimum, ið hava havt koronu.
Tey, ið hava havt koronu, kunnu nú fáa danskt/evropeiskt koronupass. Tey, ið hava verið smittað við Covid-19, hava ikki kunnað fingið koronupass, hóast tey eru mótstøðufør og hava tí skulað latið seg kanna ella koppseta, hóast tey eru mótstøðufør.
Thetis hevur í samstarvi við Statens Serum Institut gjørt tað møguligt at kunna leggja positivar SARS-CoV2-2-kanningarnar inn í danska sundhed.dk, ið vísir úrslitið á danska og altjóða koronupassappini. Tað gevur viðkomandi atgongd til fleiri lond, ið krevja prógv fyri immunitet. Serliga sjófólk, ið hava verið smittað við koronu, hava einki prógv og eru noydd í sóttarhald, og tað kann vera rættiliga óheppið, tí tey hava ikki kunnað prógvað sín immunitet og tí hava havt stórar trupulleikar av at ferðast.
Í løtuni er tænastan fyri tey, ið eru staðfest positiv á kanningarstovuni hjá Thetis.
Immunitetspassið er galdandi í 12 mánaðir frá tí, at viðkomandi varð staðfestur positivur.
Tey, ið vilja hava immunitetspass, skulu seta seg í samband við Thetis og fáa vegleiðing.
Tænastan er roynd og vísir seg at virka væl.
“Talan er um eina slóðbrótandi tænastu, ið kann hava altjóða møguleikar, tí tað gevur teimum, ið hava verið smittað, munandi fleiri møguleikar at ferðast og fáa atgongd til arbeiðspláss og frítíðarstøð.” Sigur Marita Debess Magnussen, stjóri hjá Thetis.