Vit søkja eftir kanningarstovuleiðara til fulltíðartíðarstarv á kanningarstovuni hjá Thetis.
Tú verður partur av einum umhvørvi við laborantum, potarum og granskarum á kanningarstøðini á Hoyvíksvegnum í Havn.
Uppgávur:
Sum kanningarstovuleiðari hjá Thetis skalt tú:
• Stýra dagligu gongdini á kanningarstovuni
• Skipa nýggjar kanningarhættir
• Gera mikrobiologiskar kanningar
• Gera kemiskar kanningar
• Gera heilsukanningar
Umframt aðrar uppgávur, ið alla tíðina taka seg upp.
Krøv til útbúgving og førleikar
Vit vænta, at tú er útbúgvin molekylerbiologur, mikrobiologur, laborantur, bioanalytikari ella líknandi, og at tú hevur royndir við eitt nú PCR.
Thetis er akkrediterað kanningarstova eftir ISO 17025.
Vit gera heilsukanningar og kanningar í umhvørvi og matvøruframleiðslu. Tað sera umráðandi, at tú ert fleksibul og tolir, at eingin dagur er líka, og at tú hevur gott yvirlit.
Títt starv er fulla tíð og vikuskiftisarbeiði og kvøld-/náttararbeiði.
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv.
Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast til marita@thetis.fo.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maritu Debess Magnussen, stjóra, tel. 791800.