fbpx

We administer corona tests every day of the week and work day and night with laboratory analysis. See business hours on this website and on Facebook.

Hvussu arbeiðir kanningarstovan?

Hvussu fer kanningin fram?
Fyrst pota vit fyri Corona, síðan fer potipinnurin til kanningarstovu okkara, har vit uppreinsa RNA hjá SARS Cov-2-virusinum.
Hvussu verður sýnið kannað?
Tá vit hava uppreinsað, koyra vit RT-PCR. Í hesi gongdini verður RNA hjá virus kopierað aftur til DNA (sokallað cDNA), og síðan máta vit mongdina av virus-DNA við einum ”proba” beinleiðis rættaður ímóti virus. Einki DNA verður lisið. DNA-lesing eitur sekventering, og tað er ein onnur tøkni. Hetta er RT-PCR, sum vísir mongd, men ikki sekvens.
Verður DNA kannað?
Thetis og Amplexa brúka ikki humant DNA til kanningina.
Hvat hendir við sýninum, tá ið tað er kannað?

Potipinnurin verður fyribeindur, tá kanningin er liðug. Kanningarúrslitið fyri Corona verður latið borgaranum, og tað einasta, vit goyma, er RNA-virus frá positivum kanningum. Vit hava upplýsingarskyldu og skulu siga Landslæknanum frá, um ein kanning vísir Corona.